Kvinnuhondbóltur
Tað vóru tey bæði fremstu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti í løtuni, sum hittust, tá Neistin og VB tørnaðu saman á Hálsi í Havn leygardagin. Í øllum førum, um metast skal eftir stigatalvuni, og at VB meinar hetta í álvara undirstrikaðu tær seinasta vikuskifti, tá tær vunnu á tvífaldu greipuvinnarunum úr Vestmanna.
Higartil hevði talan tó verið um tríggjar heimasigrar hjá VB, og tí vóru mong sera spent um, hvørt VB eisini skudli standa seg, nú tær skuldu spæla norðanfjørðs. Ikki minst tí Neistin higartil hevur sýnst vera hampuliga sterkt.
Frálíkur málverji
Og tað var heilt skjótt, at VB vísti, at tær so sanniliga eisini dugdu á útivølli. Fyrstu løtuna løgdu tær eitt veruligt trýst á Neistan, og tó at munurin ikki gjørdist tann stóri, so kundi VB væl komið á odda við fleiri málum, vóru tær nakað neyvari í skotroyndunum.
Tað var tó hampuliga skjótt, at Neistin kom á rætta lagið. So við og við gjørdust eisini tær alt naskari. Tær komu eisini fram um VB, og brádliga vóru tað tær, sum høvdu møguleikan at leggja sjógv niður til mótstøðuna, men tær møttu tó alla tíðina einari stórari forðing. Nevnliga VB-málverjanum, Daiva, sum veruliga sýndi, at hon uttan iva fer at teljast sum ein hin allar besti málverjin hetta kappingarárið. Hetta tóktist Neistin eisini at sansa, og meðan fyrstu skotroyndirnar vórðu møttar av málverjanum, so gjørdist tað sum dysturin leið alt meira so, at skotini vórðu yvirplaserað í royndunum at sleppa inn um málverjan.
Í hinum endanum tók VB seg stútt frameftir. Ferðin á spælinum var ikki altíð eins høg, men úrtøkan var tó eini leið. Ikki minst hjá teimum báðum útlendsku. Daiva Toumaite við góðu skotroyndunum og gjøgnumbrotssterku Reda Kurkauskiene.
Ferðin væntaði
Júst ferðin tóktist vera einasta vápnið, sum Neistin mundi hava. VB hevði undan dystinum havt trupulleikar av skaðum, og bæði Arnleyg Hjelm og Guðrun Midjord vórðu mettar sum sera ivasamar. Arnleyg fekk heldur ikki tikið lut í dystinum, og tó at Guðrun var við, so tóktist hon ikki meira enn hálv, sum hon stríddi seg ígjøgnum dystin.
Við bert tveimum skiftisleikarum var tí upplagt, at Neistin við eitt sindur av trýsti kundi møða VB-liðið, men hetta megnaðu tær ongantíð. Partvíst tí VB dugdi sera væl at toga ferðina niður, so týdningarmestu leikararnir ikki høvdu fyri neyðini at verða skiftar út, og partvíst tí mistøkini hjá Neistanum vóru alt ov mong í tali, tá roynt varð at seta ferð á. Ikki minst vóru mistøkini áfallandi nógv hjá royndu leikarunum, og tá so er, so er ilt hjá yngra ættarliðnum at lyfta liðið.
Úrslitið av øllum hesum varð eisini, at munurin so líðandi øktist millum liðini. VB hevði eina fimm mála stóra leiðslu, tá farið varð til hálvleiks, og hesa leiðsluna hildu tær fast um allan seinna hálvleik. Nú gjørdust gjøgnumbrotini hjá Neistanum eisini alsamt færri í tali, og longu eftir fyrstu tíggju minuttirnar í seinna hálvleiki mundu tey flestu ásanna, at her vendist ikki. Neistin hevði tá roynt at satsa enn meira, men mistøkini vórðu mest sum hvørja ferð revsað, og tó at Marita Hermansen hevði fleiri góðar bjargingar, tá hon kom inn í seinna hálvleiki, so gjørdi tað lítlan mun í samlaða roknskapinum, tá Neistin ikki kom ígjøgnum hinumegin.
Spennandi í Vági
Eftir dystin var staðfestingin greið. Nevnliga at VB hevði vunnið ein tryggan sigur, og tó at spælið ikki var so reypandi, so er einki at ivast í, at VB kann røkka heilt langt í ár. Talan er kanska ikki um sama kvika kontrahondbóltin, sum liðið fyrr hevur staðið fyri. Men tær stríaðst sum vant í samfullar 60 minuttir, og ikki minst tóktust tær hava høvdið við sær í flestu avgerðunum á vøllinum. Tá so Arnleyg aftur verður tøk, umframt at Gurið Mortensen eisini kann væntast aftur innan alt ov leingi, so kann tað fara at síggja heilt spennandi út hjá liðnum.
Neistin mátti hinvegin ásanna, at tað so ikki varð hesaferð, at tær koppaðu oddaliðnum. Og skulu tær gera sær vónir um hetta framyvir, so mugu tær leggja á annan bógv. Ikki minst fremur liðiði í løtuni ov nógv mistøk, og tó at Simona Dziugyte aftur hesa ferð varð toppskjútti, so eiga skotroyndirnar frá einum somikið týðandi leikara at verða nógv neyvari, um verulig nytta skal fáast burturúr. Kanska er liðið eisini skert, tí eingin lámur er á liðnum, og hetta verður betrað, tá Jórun Ludvig aftur verður tøk, men fyrst og fremst, so møttu tær einum betri liðið sunnudagin.
Dysturin í tølum
Neistin-VB 15-22 (6-11)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 6(2), Mildrið Jacobsen 3(1), Súna Mørk 2, Susan Brockie 2, Rakul Augustinussen 1(1), Ata Høgnadóttir 1
VB: Reda Kurkauskiene 7(1), Laila Jespersen 6, Daiva Toumaite 4(1), Mary Krosslá 2, Eydis Kjærbo 2, Eyðbritt Krosslá 1
Brotskøst: Neistin 6, VB 4
Útvísingar: Neistin 2, VB 3
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen