HONDBÓLTUR
Í síðstu viku tóktist eingin kunna steðga Stjørnuni. Tað gekk tó bert ein vika, so hevði VB prógva, at Stjørnan heilt víst er at práta við. Tær megnaðu nevniliga at vinna stórsigur á oddaliðnum sunnudagin, og við hesum sigri eru kvinnurnar úr Vági nú væl á veg at blanda seg í oddatríðið.
VB betru byrjanina
Sjálvt um Stjørnan var klárt oddalið undan dystinum, so vildi VB vísa, at tær eisini kunnu blanda seg í oddin, og tær løgdu eisini fyri sum eitt ódnarverður, tá Stjørnan var á vitjan sunnudagin. VB var nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleiks hevði VB lagt seg á odda heili 12-7.
VB setti oddaliðið uppá pláss
Um nakar helt, at Stjørnan nokk skuldi vera betur við í seinna hálvleiki, so fóru tey skeiv. Tí VB ætlaði sær bestemt ikki at lova Stjørnuni inn í dystin. VB økti hinvegin støðugt um leiðsluna, og serliga ein leikari gjørdi um seg hjá VB. Ikki óvæntað var talan um Daivu Tuomeite, sum ferð aftaná ferð sendi bóltin í málið hjá Stjørnuni.
Tá tað nærkaðist endanum á dystinum var greitt hjá øllum inni í høllini, at her fór heimaliðið at draga longrsta stráðið, og at fyrsti ósigurin hjá meistarunum fór at gerast veruleiki. VB vann at enda dystin 25-18, og við hesum sigrinum hava tær vunnið seg uppaftur á triðja plássið, bert tvey stig frá oddaliðnum.
Við ósigrinum hevur Stjørnan nú tvey lið beint í hølunum á sær. Neistin er bert eitt stig aftanfyri, meðan VB er tvey stig aftanfyri Stjørnuna við sigrinum sunnudagin.