Egill Steintórson er avgjørdur.
- Eg harmist um, at dysturin fekk ein slíkan enda, tí tað var ein fantastiskur hondbóltsdystur. Eg haldi ikki, eg skal gera stórvegis viðmerkingar um, hvat fór fram seinastu løtuna. Vit stevndu móti sigrinum og vóru framman fyri við fimm málum fyri hvíldina og kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at tað varð so tætt seinastu løtuna, sigur Egill Steintórson.
Hann ger greitt, at dysturin móti Tjaldri er farin afturum, og fyrireikingarnar til næstu uppgávuna, StÍF á heimavølli, eru byrjaðar.
- Vit gera bara, sum tað verður sagt, leggur hann afturat.
Gingið væl
VB hevur ikki tapt fýra landskappingardystir upp í slag. Kvinnurnar úr Vági hava seinastu vikurnar vunnið á Stjørnuni, VÍF og Kyndli og spælt javnt móti Tjaldri.
Venjarin hjá VB vísir á, at hópurin var illa darvaður av skaðum fyrru kappingarhálvu. Steintórson hevur havt allar spælarnar tøkar seinastu vikurnar, og tað sæst best aftur á úrslitunum.
- Eg veit ikki, um tað er ein fyrimunur, at vit hava lítið at spæla fyri. Vit vilja sjálvandi vera við í oddastríðnum, men mugu bara ásanna, at tað er ov seint, sigur Egil Steintórson. Málið er nú at vinna seinastu sjey landskappingardystirnar.
Hinar stríddust væl
VB var við yvirlutan í fyrra hálvleiki, tá kvinnurnar úr Vági vitjaðu í høllini í Runavík. Munurin var fýra mál í hálvleikinum. Tjaldur legði nógv fyri frá byrjan í seinna hálvleiki og vunnu seg upp undir liðina á gestunum. Tað var serliga týdningarmikið, at Guðrun í Lágabø, sum vardi málið hjá Tjaldri, stóð væl og vardi meistarliga fyri fleiri ferðir. Tá togaðust liðini um leiðsluna.
Egil Steintórson hevur rósandi orð at bera mótstøðuliðnum.
- Vit vóru í góðari støðu, men misnýttu fleiri upplagdar málmøguleikar. Tjaldur stríddist væl eftir hvíldina, og tað gav okkum trupulleikar, sigur venjarin hjá VB.
Um tað so var rætt ella skeivt, at Tjaldur og VB býttu stigini millum sín fer Hondbóltssambandið at taka støðu til.