venjari
Vágbingar, sum við stórsigri sunnudagin undirstrikaðu, at teir framvegis eru eitt boð upp á bronsukrónurnar, eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Fríggjadagin visti heimasíðan hjá teimum at siga, at teir hava skrivað sáttmála við ein nýggjan jugoslaviskan venjara. Talan er um tann 45 ára gamla Dragan Kovacevic, sum skal venja vaksnamannadeildirnar.
Talan er um ein venjara við nógvum royndum. Sambært heimasíðuni hevur nýggi VB venjarin verið venjari í 20 ár, og hann hevur verið venjari hjá onkrum felag í næstbestu deildini.
Dragan Kovacevic skal loysa Krzystof Popczynski av. Pólverski hevur verið í Vági í trý ár. Í síni tíð kom hann til Vágs sum spælari, men miðskeiðis í kappingarárinum loysti hann Milan Milanovic av sum venjari.
Tað ber ikki til at siga annað, enn at vágbingar hava dugað væl, tá teir hava verið uttanfyri landoddarnar og funnið sær venjara. Milan Milanovic, sum kom úr Jugoslavia, var nógv av hildin, og Tomislav Sivic, sum kom til Vágs í 1996 vísti seg at vera ein fongur ? fyrst í eitt ár fyri VB og síðani fyri B36, sum hann gjørdi til meistarar í 1997.
Framtíðin
Tað hevur verið tosað eitt sindur um, at eitt ættarliðsskifti er ikki so langt burturi í Vági. Onkrir spælarar eru farnir upp um tey tredivu, men einki talar fyri, at teir ætla sær at gevast.
Men royndu menninir á VB liðnum kunnu kanska rokna við, at tað fer at vera kapping um plássini komandi árini. Leygardagin megnaði dreingjaliðið hjá VB at vinna meistaraskapin. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1963, at VB er meistari í dreingjuadeildini. Vágsdreingir hava fingið hjálp frá dreingjum aðra staðni í oynni. Popczynski hevur verið venjari, og dreingirnir hava fingið stak væl burturúr.
Næstbesta liðið hjá VB megnaði um vikuskiftið at tryggja sær pláss í 2. deild komandi kappingarár. Hetta er fyrsta ferðin, at VB bæði eigur pláss í bestu og næstbestu deildini. Sosialurin ynskir VB tillukku við FM heitinum í dreingjadeildini og gullkrónunum í 3. deild.
Umframt nýggja venjaran hava teir í VB eisini tryggjað sær verjustuðul úr Jugoslavia. Predrag Zivkovic hevur verið í Vági í tvey ár, og hann verður í Vági í hvussu so er í tvey ár afturat. Sambært heimasíðuni hjá VB so skrivaðu teir í Vági í síðstu viku undir nýggjan tvey ára sáttmála við Zivkovic.










