Váttað: Jógvan skiftir til meistararnar

B36 hevur í kvøld skrivað sáttmála við AB-toppskjúttan, Jógvan Skeel Nolsøe.

Sum in.fo longu fyrr í dag kundi boða frá, so skiftir 23 ára gamli AB-áleyparin, Jógvan Skeel Nolsøe, til meistararnar í B36. Tað váttar B36 á heimasíðu síni í kvøld.


Jógvan, sum annars er uppvaksin í HB, er toppskjútti hjá AB hetta kappingarárið við níggju málum. Hann hevur áður eisini umboðað føroysku U17- og U19-landsliðini.


Tað er ógreitt, um Philip Lund fer at halda fram í B36, men longu nú er tað altso greitt, at Jógvan Skeel Nolsøe verður ein av teimum, sum fer at dystast um fremsta plássið á vølinum hjá B36 næsta ár.