Vátt vikuskifti fyri framman

Fleiri brúgvaløg við regni og vindi koma yvir Føroyar komandi dagarnar.

Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg við regni og vindi inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri.

 

Hósmorgunin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, út á dagin gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella sirm. Mjørki í støðum og um kvøldið fer at regna. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, seinni av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og regn, men út á náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt og sólglottar, seinni regn av suðri. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, í støðum upp í 18 metrar um sekundið. Klárt, men ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Okkurt æli og sólglottar. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum minkar og snarar í ein landsynning. Ælaveður, men seinni turt og sólglottar. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norði og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Regn, men seinni klárar í, tó okkurt æli. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólglottar og hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.