Vátt, vátt, vátt

Petur Skeel sær ikki nógvar sólglottar í veðurkortinum komandi dagarnar.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum væntar regn, regn og aftur regn komandi dagarnar.

 

Í dag verður okkurt æli, men eisini sólglottar, gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Týsdagin verður andsøvsgul upp í ein strúka av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið veksur hann vindin upp í hvassan vind og regn. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Mikudagin verður hvassur vindur upp í skrip av landsynningi og regn av og á. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Hósdagin og fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og eystri og regn av og á. Hitin millum seks og tíggju stig.

 

Ein kuldabrúgv norðanfyri Føroyar verður við Føroyar í dag, men í nátt hvørvur hon vestureftir.