Í dag verður lot til andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin verður toliligt veður, 5 til 10 metrar um sekundið av landsynningi, yvirhøvur trurt og hitin millum fimm og átta stig.
Fríggjadagin verður lýggjari og vátari. Tað verða enn 5 til 10 metrar um sekundið av landsynningi og suðri, men regn av og á og hitin millum sjey og tíggju stig.
Leygardagin verður upp í hvassan vind, 15 til 17 metrar um sekundið av suðri og regn, sunnudagin minni vindur av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum sjey og ellivu stig.
Mikumorgunin kom ein kuldabrúgv vestanfyri Føroyar hendavegin, men hósnáttina fer brúgvalagið vestureftir aftur.