Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, boðar frá regni í dag og ælaveðri í morgin og sunnudagin. Líkt er til, at countrygestirnir í Sørvági tí eiga at minnast til at taka regnskjólið við sær.
Seinnapartin í dag, grundlógardag, verður hvassur vindur upp í skrið av eystri og landnyrðingi og regn. Hitin millum sjey og tíggju stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum fýra og sjey stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig.
Mánadagi verður frískur vindur av vestri og yvirhøvur turt, men týsdagin upp í hvassan vind av útsynningi og ælaveður. Hitin millum fimm og níggju stig.