Eitt hátrýst sunnan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning sunnan. Tískil koma møguliga brúgvaløg yvir Føroyar av útsynningi, væntar veðurstovan DMI.
Í dag, pálmasunnudag, verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, framvegis yvirhøvur skýggjað, men í støðum sær sólin møguliga. Sunnukvøldið fer at regna. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 7 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein sunnan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av suðri ella eystri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 3 og 8 stig.
Skírisdag verður andøvsgul upp í ein strúk, í støðum upp í hvassan vind og sum frá líður fyri tað mesta av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig.
Langa Fríggjadag verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 2 og 5 stig.