Vátt og vindur

Nú tað gongur móti myrkari tíðum, fer veðrið eisini at hátta sær hareftir.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, boðar frá eini vátari viku.

 

Mánadagin og týsdagin verður ælingur, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður regn.

 

Hitin hesa vikuna fer at skifta nakað, úr fimm stigum týsdagin heilt upp í 14 stig fríggjadagin.

 

Vindurin verður støðugur, gul til stívt andøvsgul av útsynningi, meginpartin av vikuni, einans avbrotið av einum lítlum loti av útnyrðingi mikudagin fyrrapart.

 

Orsøkin er, at ein kuldabrúgv vestanfyri Føroyar fór eystaneftir í nátt, meðan komandi nátt fara brúgvaløgini við Føroyar at førka seg víðari eystureftir.

 

Veðurtíðindini eru at hoyra, um tú trýstir á pílin undir myndini.