Vátt og kalt komandi dagarnar

Veðurvánirnar komandi dagarnar frá DMI

Veðurvánirnar komandi dagarnar frá DMI

Eitt lágtrýst, 975 hPa, yvir Grønlandsfjørðinum fer í eystan og landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum fríggjadagin. Í nátt fer eitt annað lágtrýst, 990 hPa, skjótt móti Skotlandi úr vestri og síðani víðari í ein landnyrðing. Fleiri lágtrýst fara framvið Føroyum komandi dagarnar, áðrenn kaldari luft streymar yvir Føroyar norðanífrá fyrst í komandi viku.

 

Veðurvánirnar fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið, snarar í ein útsynning. Skýggjað og ælavður, men seinni á degi klárar í, tó verður okkurt æli. Hitin verður millum fýra og sjey stig. Í kvøld og í nátt verður samdrigið og ælaveður, kanska við vátaslettingi. Hann makar vindin til gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, og hitin fellur til millum eitt og fimm stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið,  sum minkar niður í eitt lítið lot, undir 5 metrar um sekundið, men seinnapartin veksur hann upp í eitt lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi. Skýggjað og regn ella ælaveður, partvís við vátaslettingi og hitin millum tvey og fimm stig. Um náttina verður eitt lítið lot, undir 5 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli, hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.

 

Sunnudagin verður eitt lítið lot, undir 5 metrar um sekundið. Mest skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin upp í fimm stig. Um kvøldið og náttina gil til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi og hitin millum trý kuldastig og tvey hitastig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum veksur til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í og sólin kagar fram, men tó okkurt æli, hitin millum trý og seks stig. Um náttina veksur vindurin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt, hitin millum trý kuldastig og tvey hitastig.

 

Týsdagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum tvey og fimm stig, um náttina millum trý kuldastig og tvey hitastig.

 

Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig, um náttina millum trý kuldastig og tvey hitastig.

 

Hósdagin fyrst stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið, og skýggjað og okkurt æli. Hann makar síðani vindin til lot til andøvsgul og snarar í ein útnyrðing. Tað klárar í, sólin kagar fram, og tað verður yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig, um náttina millum trý kuldastig og tvey hitastig.