Vátt nýggjársaftan

Týsdagin mennist eitt stormlágtrýst vestan fyri bretsku oyggjarnar, sum væntandi fer framvið vestan fyri Føroyar mikunáttina, og tað verður stormur.  Síðani trokar kaldari luft seg móti oyggjunum, men leygarnáttina fer enn eitt lágtrýst fram við Føroyum í ein norðan móti Íslandi.

 

Týsdagin verður fleyr til gul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Tað klárar í og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Seinnapartin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av landsynningi og tað koma fleiri skýggj á himmalin. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í skrið til hvassan storm av landsynningi, 20 til 25 m/s, við hørðum hvirlum, men út á náttina makar hann aftur vindin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Sum frá líður regn av útsynningi og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men út á dagin klárar í av vestri. Um náttina samdrigið og sum frá líður okkurt ælið. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Gamlaárskvøld øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men seinni regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Stundum regn, síðani klárar í við ælaveðri. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Nýttársdag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men okkurt æli og hitin millum 3 og 7 stig. Um náttina øtlar hann vindin upp í skrið ella storm av suðri og landsynningi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt og hitin um 5 stig.


Leygardagin verður skrið ella stormur av suðri og landsynningi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 25 m/s. Út á dagin makar hann vindin heilt niður í fleyr til gul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi. Um náttina øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og stundum regn og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt døgnið millum 2 og 7