Vatntrot í Leynum

Mai mánaði, sum nú verður liðugur, hevur bæði verið turrur og kaldur, men nú er lýggjari í veðrinum.

 

Frálíku myndina úr Leynum eigur Kvívíkar kommuna.

 

 

Í Kvívíkar kommunu vita tey í dag at siga, at vatntrot er í Leynum, og tí verður heitt á fólk í bygdini biðin um at spara vatn.

 

- Mælt verður eisini til at kóka drekkivatnið, verður lagt aftrat.

 

Mai mánaði, sum nú verður liðugur, hevur bæði verið turrur og kaldur, men nú er lýggjari í veðrinum.

 

Eftir at hann hevur ligið av landnyrðingi og landnyrðingi eystri í rúma tíð, lækkaði hann nakað um vikuskiftið, og í dag hava flestu støðir lágættarlot.

 

Í dag kann hitin í støðum koma upp í eini 15-17 stig, veit landsverk.fo at siga.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Frálíku myndina úr Leynum eigur Kvívíkar kommuna.