Fyrst varð skipað fyri fiskikapping á Kósabrúnni, har fleiri hundraðtals børn gentur og dreingir, mammur, pápar ja, ommur og abbar møttu upp á Kósabrúni.
Børnini høvda tráðu við, meðan agn varð útflýggjað á bryggjuni.
Tá ið fiskikappingin var liðug, løgdu sjórænaraskip at bryggjuni. Smærri børnini saman við foreldrum fóru umborð á verjuskipið Brimil. Øll hini fóru umborð á allar hinar mongu bátarnar, sum løgdu at, til tess at taka børnini út á Pollin at tveita fløskupostar.
Fleiri bátar vóru eisini aðrastaðni frá.
Eftir at fløskupostarnir vóru tveittir í Kalsoyarfirði, varð siglt inn á vágna, har vatnkríggj varð millum bátarnar. Alt gekk sámiliga og hóvliga fyri seg, tó at øll fingu karm eisini fleiri teirra, sum høvdu latið seg væl í góð oljuklæði, tí trýstið frá Brimli var øðiligt, so vatnið smoygdi sær í millum, har tað bar til.
Alt hetta gekk fyri seg í fagrasta veðri, lýtt og stillt. Hópin av fólki vóru í vatnkríggj, sum stuttleikaði øllum og ikki minni av fólki hugdi at uppi á landi. Onkur tók til, hetta er sum at vera í grind.
Myndir: Dávur Winther