Vatnkanónir við umstríddar oyggjar

Japanska sjóverjan brúkti í nátt vatnkanónir til at forða taiwanskum fiskiskipum at koma inn í sjóøkið kring oyggjarnar, sum Japan, Kina og Taiwan stríðast um. Japanska sjóverjan sigur, at fleiri tíggjutals taiwansk fiskiskip og átta vaktarskip komu inn um markið kring oyggjarnar, men at tey eru farin útaftur nú.

Japanski stjórnarskrivarin Osamu Fujimura sigur fyri fjølmiðlunum, at japanska sjóverjan hevði brúkt vatnkanónir fyri at fáa tey taiwansku skipini at broyta kós.

Um vikuskiftið sendi Kina fleiri sokallað eftirlitsskip til tær umstríddu oyggjarnar.