Vatnkanónir í Kairo

Egyptiski herurin er farin at brúka vatnkanónir fyri at spjaða mótstøðufólk og viðhaldsfólk hjá Hosni Mubarak, forseta, sum brustu saman fyrr í dag. Tað vísa myndir frá Tahrir-torginum í miðbýnum í Kairo.

Herurin hevur verið væl mannaður í miðbýnum í Kairo allan dag, men higartil hava hermenninir bara skotið ávaringarskot og brúkt vatnkanónir.

Hinvegin hava samanbrestirnir verið harðir, og sagt verður, at nógv fólk hava fingið skaða.

Herurin hevur fyrr biðið mótmælisfólkið gevast og taka gerandisdagin uppaftur, nú forsetin hevur sagt, at hann stillar ikki uppaftur, og at hann fer at virka fyri nýskipanum.