Vatnið er reint aftur

Drekkivatnið á Eystaru bryggju og Yviri við Strond er reint aftur, og neyðugt er ikki at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið.

Umsýnið, sum bleiv tikið fyrradagin, vísir onga bakteriu, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sínari.