Tað skrivar heimasíðan hjá Víkingi.
Sølvi Vatnhamar hevur staðið seg sera væl á miðvøllinum hjá Víkingi í hesum kappingarárinum. Hann hevur skotið 10 mál í ár.
Miðvallarin hevur spælt 86 dystir fyri Víking og skotið 20 mál í alt, sambært faroesoccer.com.
Sølvi Vatnhamar hevur áður spælt við LÍF, sum legði saman við GÍ áðrenn kappingarbyrjan í 2008.