Vatnflóð og skriðulop elva til stórar trupulleikar

Sjúkrabilur slapp ikki fram í nátt, tí tað var lopið á vegin. Landsverk heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi - og tað av fleiri orsøkum

Tað hevur regnað rættiliga illa í gjárkvøldið og í nátt, og samstundis er blot komið í kavan, og tað hevur elvt til stórar trupulleikar. Løgreglan sigur, at summastaðni eru stórir vatnskaðar, tí vatnflóð hevur verið so at kjallarar hava staðið undir í vatni. Men koyrilíkindini hava eisini verið ring, tí fleiri staðni er tað eisini lopið á vegirnar, so at tað hevur verið neyðugt at steingja teir, og tað hevur elvt til trupulleikar í ferðsluni.

 

– Sløkkilið og Landsverk hava havt nógv at gera í nátt, og tað er mest norðan fyri, sigur løgreglan. Tann keðiligasta støðan var á Tjørnuvíkarvegnum, tí har leyp tað á vegin so at har var ikki koyrandi í nakrar tímar. Ein avleiðing av tí var, at ein sjúkrabilur, sum skuldi til Tjørnuvíkar eftir einum sjúklingi, slapp ikki vegin fram. Tíbetur stóð ikki um lív, men hetta var ein keðilig støða at koma í, sigur løgreglan.

 

Á Tjørnuvikarvegnum, hevur, sum heild, verið illa statt, tí har hava fleiri skriðulop verið og tað sama ger seg galdandi á Oyndafjarðarvegnum. Annars leyp eisini á Kunoyarvegin, har tað heldur ikki var koyrandi eitt skift, og samstundis var vegurin til Gjáar stongdir. Men løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði hevur verið.

 

– Landsverk heitir á bilførarar, sum koyra ígjøgnum líðir, og har tað annars er høgt upp fyri, um at vísa størsta varsemi, sigur løgreglan. Umframt vandin fyri skriðulopi, er rættiliga nógv vatn á vegnum allastaðni og eisini tað krevur serligt varsemi.

 

Og oman á alt, er tað eisini rættiliga nógvur vindur í morgun, og tað bøtir so heldur ikki um koyrilíkindini. Á Gjáarskarði er upp í 38 metrar um sekundið í hvirlunum og á Kambsdalur er upp í 32 í hvirlunum. Bæði um Gøtueiði, á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, eystan fyri Norðskálatunnilin, á Sandavágshálsi, á Velbastaðhálsi, á Brekkuni stóru í Sandoynni og á Porkerishálsi, eru ring koyrilíkindi, tí har eru 30 - 40 metrar um sekundið.

 

Tað verður framhaldandi nógvur vindur í dag og tað verður ikki fyrr enn eftir klokkan 18 í kvøld, at hann minkar vindin - men tá minkar hann skjótt niður í eitt lítið lot.

 

Annars siga tey, at tað hevur verið avbera friðarligt í náttarlívinum. Tað hevur verið so ringt veður, bæði regn og stormur, at fólk hava ikki hættað sær í býin og tað sæst aftur í frágreiðingini hjá løgregluni.