Vatnflóð í Suðurnoregi

Tað regnaði av grimd í Buskerud har suðuri í Noregi í nátt, og tað nógva regnið elvdi til vatnflóð nógvastaðni. Regnið gjørdi stóran skaða á hús, og nógvir vegir eru illa farnir.

Einki er frætt um, at nakað fólk hevur fingið skaða.

Norskir fjølmiðlar siga, at nógvir kjallarar stóðu undir vatni, og summastaðni var vandi fyri, at hús skolaðu burtur. Í býnum Mjøndalen stóðu løgreglustøðin, ítróttarhøllin, nógv hús og fleiri handlar undir vatni. Í nógvum førum máttu fólk fara úr húsunum og leita sær innivist aðrastaðni fyribils.