Myndugleikarnir í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok noyddust í dag at lata tann næststørsta flogvøllin í býnum aftur orsakað av vatnflóðini, sum herjar landið. Sambært tíðindastovunum stóð ein partur av flogvøllinum undir vatni.
Flogvøllurin verður yvirhøvur brúktur til innlandsflúgving. Tann størsti flogvøllurin, sum verður brúktur til flúgving til og úr útheiminum, er eina aðrastaðni í býnum, og hann er framvegis opin.
Teiland hevur verið illa plágað av vatnflóð síðani í juli, og umleið 360 fólk hava latið lív.