Talið á deyðum aftan á vatnflóðarvanlukkuna har suðuri í Russlandi veksur støðugt, og tey seinastu tíðindini frá myndugleikunum siga, at talið er nú oman fyri 170. Í flestu førum er talan um eldri fólk, sum lógu og svóvu, tá vatnið kom fossandi.
Ringast stendur til í býnum Krimsk, sum er einar 200 kilometrar í útnyrðing úr frítíðarbýnum Sotsji við Svartahavið. Umleið 5.000 hús eru oyðiløgd av vatni, og næstan 30.000 fólk hava hvørki el ella gass.
Stjórnin í landspartinum, sum hevur mælt til landasorg, hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri vánaliga tilbúgving, og Vladimir Putin, forseti, hevur givið boð um at kanna, um myndugleikarnir hava gjørt nóg mikið fyri at bjarga fólki.