Vatnflóðin nærkast Týsklandi

Tann ógvusliga vatndlóðin, sum hevur herjað stór øki í Póllandi í seinastuni, breiðir seg nú ímóti týska landspartinum Brandenburg. Klokkan sjey í kvøld søgdu teir lokalu myndugleikarnir har, at allar tilbúgvingarskipanir standa tilbúnar, tí vandi er fyri, at byrgingar kunnu skrædna, ella at vatnið fer uppum.

Servand hjálparfólk hava eisini fingið boð um at vera til reiðar at fylla sandsekkir.

Í Póllandi hevur vatnflóðin kravt 15 mannalív, og fleiri túsund fólk eru flutt úr húsum sínum. Donald Tusk, forsætisráðharri, segði í dag, at stjórnin hevur játtað at brúka 3,7 milliardir krónur til teirra, sum eru rakt av vantnflóðini, sum er tann ringasta í landinum í 100 ár.