Vatnflóð hóttir aftur Bangkok

Teir teilendsku myndugleikarnir hava aftur sett tilbúgvingina í høvuðsstaðnum, Bangkok, á hægsta stig, tí vandi er fyri vatnflóð í stórum pørtum av býnum, eftir at fleiri byrgingar skrædnaðu í nátt.

Fleiri stórar áir eru nærhendis Bangkok, og Yingluck Shinawatra, forsætisráðharri, sigur við fjølmiðlarnarnar, at tað slepst ikki undan vatnflóð í býnum. Hon sigur støðuna vera so álvarssama, at talan er um eina landskreppu.

Higartil er handils- og fíggjarbýlingurin í miðbýnum sloppin undan vatnflóðini, tí bjargingarlið hava veitt vatnið uttan um sjálvan miðbýin. Men nú er áin Chao Phraya vorðin so stór, at tað er vandi fyri, at byrgingarnar har fara at skrædna.

Í minsta lagið 320 fólk eru deyð í vatnflóðini, sum er tann ringasta í Teilandi í 50 ár.