Vatnflóð ger tína teldu dýrari

Ógvusliga vatnflóðin í Thailandi hevur rakt fleiri verksmiðjur, ið framleiðar harðdiskar til teldurnar.

Hetta fer at hækka prísin munandi í byrjanini av 2012, metir altjóða greiningarfyritøkan International Data Corporation.

- Vit vænta, at tað verður ein hampilig príshækkan fyri teldurnar, sigur varaforsetin í IDC, Loren Loverde.

Thailand er heimsins næststørsti útflytari av harðdiskum eftir Kina og stendur fyri 45 prosentum av framleiðsluni, sum nú er hart rakt av vatnflóðini.

Vatnflóðin hevur higartil rakt ein stórt tal av fyritøkunum sum framleiða harðdiskar, og tað fer at føra hægri prísir við sær.

Enn dugir eingin at siga, hvussu stór príshækkingin verður.