Tað hevur ikki bara verið av mesta vindi í morgun. Summastaðni hevur tað eisini regnað rættiliga illa.
Í Elduvík hevur tað regnað so illa, at Stórá, sum rennur omanígjøgnum bygdina, er farin yvir áarbakkarnar og stórur partur av bønum niðarliga í bygdini, liggur undir í vatni.
Poul Johannes Reyná, sum hevur tikið myndina, sigur, at hetta er ikki so óvanlig, tá ið tað regnar illa. Okkurt árið er tað hent áðrenn eplini eru tikin upp og tað er komið eitt sindur illa við hjá teimum.
Annars sigur hann, at áin rennur ikki inn í hús, tí hon fer beint á sjógv, so tað stendst ongin skaði av.