Vatnbreytin klár um tvær vikur

Um hálvan mai verður nýggja vatnbreytin í svimjihøllini í Havn tikin í nýtslu.

 

Vatnbreytin – ella rutsjubanin – er 72 metrar til longdar, og ferðin gjøgnum breytina verður bæði ein ljóð- og ljósuppliving, skrivar Tórshavnar kommuna. Ein lítil vatnbreyt verður eisini sett upp til smærri børn.

 

Samlaða verkætlanin kostar góðar 3,6 milliónir krónur.

 

Tað var í apríl í 2016, at Tórshavnar býráð samtykti, at farast skuldi undir at fyrireika vatnbreyt í Svimjihøllini í Gundadali, sum nú er um at verða liðugt.