Vatn í Norðoyatunlinum

Í síðstu viku varð vatn funnið í Norðoyatunlinum

Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunnilin, sigur, at inntil fyri einari viku síðani hava forboringarnar verið rættiliga turrar.
? Men í síðstu viku funnu teir so vatn. Tá fara teir so inn og tetta við sproytubetongi, greiðir Dávur frá.
Tað er soleiðis, at forboringarnar í tunlinum eru 38 metrar, har so staðfestast skal, um vatn er í ella ikki. Tá tað er greitt, verður so borað einar 20 metrar fram, áðrenn næstu forboringarnar verða gjørdar aftur. Hetta ger, at teir allatíðina eru framman fyri, og at trygdin er á høgum støði.
Um vatn verður funnið, so verður tað sum sagt tett, so verður aftur bora fyri at vita, um tað er eydnast at tetta og so framvegis.
Dávur Reinert Hansen sigur, at arbeiðið gongur framvegis skjótt og væl, hóast tað seinkar nakað, tá forboringarnar staðfesta vatn í tunlinum.
? Higartil hevur tilfarið í tunlinum verið betur enn væntað, men nú letur tað til, at vit eru komin í tað tilfarið, sum vit frammanundan høvdu væntað Borðoyarmegin, sigur stjórin í Norðoyatunlinum.
Seinasta vika var ikki so góð, sum onkur onnur hevur verið, tá tað kemur til tal av boraðum metrum, men hetta komst einamest av, at menninir vóru á tveir daga skeiði um arbeiðsháttin og annað.