Í næstu viku kemur Føroya Bjór á marknaðin við føroyskum vatni í 0,5 liturfløskum stendur í tíðinda-skrivi frá fyritøkuni, sum heldur fram: - Vøruúrvalið hjá Føroya Bjór kenna allir føroyingar, og tað er eisini meira enn so komið fyri, at Føroya størsta bryggjarí hevur fingið viðurkenningar uttanlands fyri sítt øl.
Føroya Bjór arbeiðir eisini støðugt við at menna sínar vørur, og væl kenda búmerkið við veðrinum fevnir nú ikki longur bara um øl, sodavatn og saft.
Í næstu viku kemur Føroya Bjór nevniliga á marknaðin við vatni í 0,5 liturfløskum. Talan er um reint og leskiligt føroyskt vatn, sum er ein av heimsins bestu rávørum, og sum Føroya Bjór sjálvandi eisini altíð hevur brúkt til síni sløg av øli og sodavatni.
Serliga til ítrott, men ikki minst eisini aftur við eini góðari máltíð hóskar gott vatn. Seinastu árini eru fólk í Europa og okkara grannalondum annars rættiliga farin at leggja seg eftir at drekka vatn, sum jú hvørki fitar ella inniheldur sukur, men bert sløkkir tostan.
Nú ber so fyri fyrstu ferð til at leska sær við reinum føroyskum vatni í snøggum fløskum, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt etikettina til stendur í tíðindaskrivinum.