Vatn fossaði úr vatnrøri í Havn

Tað skolaði inn í eina kjallaraíbúð

Á middegi í gjár fekk politiið eina heldur øðrvísi fráboðan frá onkrum á Villingardalsvegnum. Eitt vatnrør var farið í vegnum, so tað stóð vatn í stríðum streymum.

 

Fráboðarin fortaldi politinum, at eitt stórt hol var í vegnum, sum helst var av hesum. Vatn rann inn í túnið í einum húsum, og tað endaði við at renna beint inn í eina kjallaraíbúð við síðuna av holinum.

 

Kommunan hevur fingið boðini, sum hevur sent vatnverkið á staðið at orðna trupulleikan. Teir hava so eitt nú sperrað av og sett eina gravimaskinu at grava.

 

Hetta hevur gjørt, at fólk hava mist vatnið á Villingadalsvegnum millum ringvegin og Mækjugøtu. Vatnveitingin kann onkra løtu eisini verða óstøðug í Eysturbýnum. Arbeitt verður í løtuni við at tetta lekan og vónandi verður arbeiðið liðugt út á kvøldið, sigur kommunan

 

Eftir vatnleiðingsbrotið í gongubreytini við Villingardagsvegin er vegurin sum eitt vaskibretti at koyra eftir, tí asfaltið hevur fingið skaða. Eisini hevur gongubreytin hinumegin vegin fingið skaða av vatntrýstinum