Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar regn um vikuskifti.
Vindurin verður um 8 m/s av landsynningi og suðri, regn av og á og hitin millum 8 og 13 stig.
Sunnukvøldið lakar hann vindin, ættin verður útsynningur, yvirhøvur turt og sólglottar, hitin millum 9 og 12 stig.
Mánadagin og týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin millum 10-14 stig.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindi.