Vátakavi alla vikuna

Komandi dagarnar streymar køld luft við ælaveðri móti Føroyum av útsynningi og vestri. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst framvið beint norðan fyri Føroyar. Síðani blæsa kaldir vindar av norðri.

 

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á náttina makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur ella vátakavi og hitin millum 1 og 5 hitastig.

 

Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av úrsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar nakað og um náttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og serliga fyrrapartin ælaveður, í støðum heglingur ella vátakavi. Hitin millum 2 til 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av vestri. Seinnapartin snarar hann vindin í ein útsynning og vestan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og tað klárar í, tó okkurt æli, møguliga við heglingi og seint seinnapartin vátakavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, út á dagin strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís heglingur ella vátakavi, og hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 1 og 3 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassanvind av vestri og útsynningi, seinni vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, fyrrapartin upp í skrið, um 18 m/s, í støðum.  Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s. Vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, eitt bil upp í storm, 20 til 23 m/s, um náttina makar hann vindin nakað. Skýggjað og kavaælingur og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 2 kuldastig og 1 hitastig.