Vassa í góðum spælarum

Sigfríður Clementsen heldur, at mann ímóti manni er EB/Streymur væl stinnari enn KÍ, sum legði rygg til stórtap, ið stóðst av stórari heimaúrtøku burtur úr deyðbóltsstøðum

EB/S 3 bóltar

KÍ 2 bóltar


Skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði. Tað er niðurstøðan hjá klaksvíkingum, eftir at teir eftir vitjanina í Streymnesi vóru komnir til hús við 4-0 tapi.

- Teir hava framúr góðar spælarar, og vit høvdu sett okkum fyri at dúva upp á kollektivið. Tað eydnaðist, men kortini taptu vit 4-0. Myndin av skurðviðgerðini, sum eydnaðist, hóast sjúklingurin doyði, er ikki so langt burtur, staðfestir KÍ venjarin, Eyðun Klakstein. Hann ásannaði stórtapið, men segði seg kortini hava ilt við at finna røttu minuna, tí leikliga avrikið upp á nógvar mátar ikki var so galið:

- Vit spældu okkum til eins nógvar møguleikar, sum teir gjørdu. Tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur, var Símun Joensen púra blankur, eftir at Rodrigo var farin ígjøgnum í vinstru og hevði lagt út frá, men tíverri eydnaðist honum ikki at fáa bóltin framvið René Tórgarð, sum hevði tveitt seg. Lítla løtu seinni skora teir fyrstu ferð eftir deyðbóltsstøðu. Tá ið teir fleiri ferðir megna mál burturúr deyðbóltsstøðum, verður tað sjálvandi lættari hjá teimum og vónleyst hjá okkum, heldur KÍ venjarin.


Leiðslan var trygg

EB/Streymur hevði framúr úrtøku. Hans Pauli Samuelsen setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki við hálvkiksaðum fluktara eftir frísparksinnlegg, og síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraði heimaliðið tvær ferðir, og harvið varð avgjørt, at øll stigini skuldu verða eftir í Streymnesi. Miðvallarin Bárður Olsen smekkaði eftir horna og út frá upp í málhornið, og Levi Hanssen var blankur við handara stólpan, eftir at Hanus Eliasen hevði lagt innfyri.

Í 2. hálvleiki var KÍ leingi leikliga væl við, men so staðfesti EB/Streymur stórsigurin, og aftur hesa ferð var talan um deyðbóltsstøðu. Eftir horna og út frá endurtók Bárður Olsen rimmar skotroynd. Hesa ferð rakti bólturin innskifta Fróða Clementsen, sum stýrdi bóltin í kassan og tískil varð skrásettur fyri 4-0 málið.

- Eingin orsøk var eftir steðgin at dríva so øgiligt á. Leiðslan var trygg, og vit lótu teir spæla ímillum sín. Tá ið eitt korter var eftir, tóku vit yvir aftur. Tá kendist tað ikki vera nógv eftir í teimum, og tá fingu vit eitt mál afturat, sigur Sigfríður Clementsen, sum sjálvsagt var heilt væl nøgdur:

- Vit hava nógvar góðar spælarar, og vit trívast væl við at hava bóltin. Eg haldi, at tað sást væl, at vit eru betri samanspældir, og at vit eru á hægri støði enn klaksvíkingar, sigur EB/Streyma venjarin.

At nakað er um útsøgnina hjá honum sást, tá ið hann skifti út. Inn komu so royndir Formula spælarar sum Høgni Zachariasen og Fróði Clementsen og so Brian Olsen, sum eisini hevur roynt seg nakað í fremstu røð.