Vaskifólk forvinna meiri enn hjálparfólk

Føroya Pedagogfelag fer at krevja munandi lønarhækking undir sáttmálasamráðingunum í heyst.

Undanfundur hevur í dag verið millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag.

Sáttmálin millum partarnar er uppsagdur og gongur út 1. oktobur, og tí fer tíðin at nærkast, at sáttmálasamráðingarnar fara at byrja. Í dag var so hildin ein undanfundur, har ávísar mannagongdir vóru avtalaðar.

Tó at ítøkiligu krøvini ikki verða handað fyrr enn á næsta fundi, boðaði Jógvan Philbrow, nýggi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, frá, at felagið fer at krevja munandi lønarhækkingar í heyst. Hann vísti á, at í ávísum førum forvinna vaskifólk á stovnunum meiri enn námsfrøðilig hjálparfók.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið peikaði eisini á ávís sáttmálaviðurskiftið, sum felagið ynskir broytt.

Annars var mest tosað um mannagongdir undir samráðingunum, og hvussu partarnir skulu samskifta, bæði sínamillum og úteftir, undir samráðingunum. Tónin á fundinum var góður og jaligur, og feløgini bæði vóru samd um, at varðveita góða tónan eisini á samráðingunum eftir summarfrítíðina.