Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjað

Í vikuni byrjaði várskeiðið 2024 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.

 

Eftir fyrsta dagin, har foreldur og næmingar heilsaðu uppá lærarar og fingu kunning, og annars kunnaðu seg um viðurskiftini, var intro-vika á skránni.

 

Suðurrás skrivar soleiðis:

 

Í kavaveðrinum um dagarnar fóru næmingarnir á Ítróttaháskúlanum sokallaða intro-túrin, sum eisini fevnir um gongutúr eftir fjøllunum.

 

Veðrið var av tí allar fagrasta fyrsta partin av túrinum, men so kom vindur og kavarok, men eitt sindur av kulda forðar ikki hesum ungu.

 

Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum er í 20 vikur.