– Í ár leggja vit dent á skúlaaftran, siga tey úr áhugafelagnum Sinnisbata.
– Tað eru fleiri og fleiri børn og ung, sum aftra seg við at fara í skúla. Vit síggja trupulleikan bæði í Føroyum og uttanlanda. Tí vil Sinnisbati brúka Altjóða Sálarheilsudagin í ár til at varpa ljós á fyribrigdið skúlaaftran. Hvat er hetta fyri eitt fyribrigdi? Hvussu kemur skúlaaftran til sjóndar, og hvat gera vit við trupulleikan?
Tiltakið verður í Reinsarínum mánadagin tann 10. oktober klokkan 17.00-20.00.
– Vit hava eina fjølbroytta skrá fyri dagin við røðum, uppleggum, sofaprátum og persónligum søgum, sum øll snúgva seg um skúlaaftran, sigur Sinnisbati.
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu, hava gjørt eitt serliga gott arbeiði og/ella átak fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Tað hevur staðið øllum í boði at senda inn uppskot, og ein óheft dómsnevnd velur útfrá innkomnu uppskotunum.
Á Altjóða Sálarheilsudegnum verður avdúkað, hvør hevur fingið heiðurin í ár, og tað er Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, sum kemur at handa virðislønina.
Skrá:
17.00: Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin.
17.05: Petur Lamhauge, námslektari í sernámsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, hevur framløgu um skúlaaftran sum fyribrigdi, og hvat vit vita um trupulleikan.
17.25: Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum: Hugsa vit atkomu til læring?
17.50: Poula Patursson, mamma at gentu við skúlaaftran, greiðir frá persónligum upplivingum sum foreldur at barni, sum ikki megnar at koma í skúla.
18.10: Tónleikur frá Lenu Anderssen & Niclas Johannesen Tónleikur frá Niclas Hera Jákupsson.
18.25: Steðgur 18.40: Sofaprát verður við formannin í Føroya lærarafelag, skúlastjóran á Skúlanum á Fløtum, skúlastjóran á Skúlanum á Argjahamri og varaskúlastjóran á Skúlanum við Løkin.
19.10: Sólvit E. Nolsø handar Ársins Sálarheilsuvirðisløn.
19.15: Sinnisbati Ung vísir stuttfilm, og hevur sofaprát við leiðaran av lestrarvegleiðingini og næmingar á Glasir.