Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn.
------
Gøtur millum bygda vóru í gomlum døgum høvuðsvegir í tátíðar samfelagið.
Ross vóru tá ofta brúkt til at ferðast millum bygdir,. Tíðirnar broyttist tó og týdningurin av hesum gøtum og rossum í tí samanhangi misti sín týdning.
Ross fóru frá at vera eitt amboð, til at vera eitt ítrív, og gøtunar vóru framvegis brúktar av rossafólki og øðrum sum leitaði sær ein túr í hagan.
Síðani eru ríðifeløg sett á stovn og ríðibreytir og hallir eru nú tøk hjá reiðfólki.
Men nú sum tá, eru hagagøtunar álitið, bæði hjá reið og gongufólki.
Eg vil við hesum, í dupultum týdningi varpa ljós á rossagøtunar.
Nógvar gøtur treingja til ábøtur, um tær skula vera fult nýtiligar. Gøtan millum Sandá og Kirkjubø, sum verður nógv brúkt, er í ringum standi og tørvar henni ábøtur. Ikki tí, í hæddina er gøtan fín. Men bæði á Snið har gøtan kemur oman í Kirkjubø, og kanska serliga frá Kletti har gøtan kemur oman móti Sandá er tørvur á ábøtum. Hendan gøtan verður nógv brúkt av útlendskum ferðafólki, okkara egna gongufólki, umframt av rossafólki. Tað hevði eisini verið eitt frálíkt hugskot at sett ljós upp á hesa gøtu, ikki uppi í hæddini, men niðan á, báðu megin við. Tað saman við hampaðum gøtum, hevði givið fólki møguleika at spáka sær niðan í hæddina um kvøldanar, og nýtt útsýnið oman.
Upplagdur møguleiki vildi verið, at eisini nýtt hugskotið við ljósið á tí sokallaðu rossagøtuni. Hon gongur frá ríðibreytini í Marknagili, út á økið hjá ríðifeløgunum úti í Havnardali. Hendan gøtan verður sera nógv nýtt av gongufólki og av reiðfólki. Um vita seta ljós upp eftir hesu gøtu, og møguliga á alla gøtuna runt um Vesturvarða, ber til hjá fólki at nýta hesa gøtuna, eisini aftana at skýmingin annars hevur vunnið sær valdið.
Hetta eru nøkur tiltøk sum fyri lítlar pengar, kundi bøtt nógv um trivnaðin hjá fólki, sum dáma væl at leita sær ein túr niðan í hagan.










