Varpa ljós á hjálandapolitikk

Hjálandatíðin er ikki eitt tíðarskeið, sum tekur størsta plássið á hillunum í bókahandlunum í Norðurlondunum. Tí fer framsýningin Rethinking Nordic Colonialism at snúgva seg um hetta evnið, sum í dag verður fatað ógvuliga ymist av teimum, sum ávikavist tóku og vóru hjálond

FRAMSÝNING
 
 
- Hjálandatíðin er kanska ikki tabu í norðurlondum. Men tað er ikki nakað, vit tosa um dagliga, og kanska er myndin í so romantisk. Tað er í øllum førum ikki nakað, sum tekur alt plássið á hillunum í bókahandlunum.
Tað sigur Hamayun Latif Butt, fjølmiðlasamskipari á NIFCA, sum er norðurlendski stovnurin fyri samtíðarlist.
Tí verður nú farið undir at skipa fyri eini tvørfakligari verkætlan, sum bæði er listalig og akademisk.
Rethinking Nordic Colonialism: A Postcolonial Exhibition Project in Five Acts, sum hon kallast, fer at varpa ljós á evnið og samstundis vísa á, at samband kann vera millum hjálandaveldi í eldri tíðum og trupulleikar, sum stóru norðurlondini hava nú á døgum við tolsemi, lyndi til fremmandahatur og nationalismu.
Í skrivi frá NIFCA verður sagt, atí fleiri øldir hava evropisku londini tikið ræði yvir nýggjum fremmandum londum og brúkt tey, sum gáaðu tey ikki als um, at fólk búðu har frammanundan.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki liðugur kapittul
 
Allastaðni hevur hjálandapolitikkur havt djúpa ávirkan á upprunasamfeløgini og hevur havt ógvusligar oyðileggingar og kúgan við sær. Tá ið evropiski hjálandapolitikkurin var einamestur í 1930-árunum, fevndi hann um 84% av jarðarøkinum á jørðini. Søgan um norðurlendsku hjálandastevnuna skal verða fatað í samsvari við hetta rák, tá ið til bar við hugsanarháttinum um yvirræði, at leggja onnur fólk undir seg og taka meira ríkidømi úr hjálondum enn latið varð teimum aftur.
Hóast norðurlendsku hjálondini eru - næstan - farin í søguna, er hjálandavald ikki ein kapittul, ið er av. Nú á døgum kann verða sagt, at økið er í eini eftir-hjálandastøðu, sum ber týðilig merki frá hjálandatíðini. Í hjálondunum fyrr vóru fólk t.d. ørkymlað um ikki at verða hoyrd, fatað og vird, og kenslurnar mótvegis gomlu hjálandayvirvøldini eru kloyvdar. Hinvegin og heilt øvugt er fatanin ímillum gomlu yvirvøldina sum nevnt mangan ein romantisk og lítilsmetandi mynd av hjálandatíðini, t.d. hugsanin um, at hjálandatøkan var ein gáva til ymsu tjóðirnar, tí teimum varð veitt ríkidømi, menning og førleiki.

Fyrsta av sínum slagi


Rethinking Nordic Colonialism tekur hjálandasøguna í norðurlondum upp til nýggja umhugsan fyri at leita seg ígjøgnum søguna fram á rótina til nøkur stigveldi, nakrar ójavnar og tvørrandi tolsemi, sum skipa norðurlendsku samfeløgini nú á døgum. Men listaverkætlanin vil eisini lýsa, at eftir-hjálandastøðan er gróðrarlendi undir mentanarligum samanbrestum og skammlopum, sum draga nýggja dygd og nýggj virði við sær. Dygdir og virði, ið eingin hevur varnast, men sum kunnu vera dygdargóðir øðrvísi møguleikar til tey virði, ið longu eru.
Verkætlanin er fyrsta royndin at skriva eina samlaða norðurlendska hjálandasøgu. Hon er tann fyrsta av sínum slagi í Norðurlondum og er makaleys í vavi og sniði, tí hon setur listagreinir sum mynd- og videolist, film, performance, tónleik og atgerðarlist saman við metingum og politiskum ástøðum um eftir-hjálandatíðina. Hon tekur øll norðurlond við og er grundað á eina óvanliga samvinnu millum týðandi lista- og mentanarstovnar í økinum: The Living Art Museum og The Reykjavik Academy í Íslandi; Grønlands tjóðlista- og skjalasavn umframt Grønlands Seminarium í Nuuk; Listasavn Føroya og Norðurlandahúsið í Tórshavn; The Arctic Centre og Finnish Railways Remise í Rovaniemi norðarliga í Finnlandi, verður upplýst í tíðindaskrivi.

-- -- --

FAKTA
 

Norðurlendsk boðrenning
Rethinking Nordic Colonialism
er lagt til rættis sum ein boðrenning í fimm pørtum, har hvør av teimum fýra fyrstu pørtunum er settur saman av einum framsýningarparti, sum er grundaður á eitt serligt evni saman við listasmiðjum, ráðstevnum, hoyringum ella tilburðarleiki, sum tikið verður til. Hvør parturin varir í tríggjar vikur, og tað er ein innbygd fortreyt, at hvør partur ber boðini víðari, og á tann hátt verða royndirnar savnaðar so hvørt og niðurstøðurnar, sum verkætlanin ger, verða bornar víðari. Í fimta parti verða úrslitini av verkætlanini skjalfest og almannakunngjørd í eini DVD-fløgu. Ætlanin er, at hetta skal fara fram samstundis í teimum fýra norðurlendsku høvuðsstøðunum tann 25. novembur 2006, sum er málstrika í boðrenningini.
Partur 1: Reykjavík, Íslandi, 24. mars  16. apríl 2006
Partur 2: Nuuk, Grønlandi, 21. apríl  14. mai 2006
Partur 3: Tórshavn, Føroyum, 12. mai  4. juni 2006
Partur 4: Rovaniemi, Sápmi/Finnlandi, 16. juni  9. juli 2006
Partur 5: DVD-útgáva í Helsinki, Keypmannahavn, Oslo & Stokkhólmi, 25. novembur 2006
 
-- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$FAKTA
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Luttakaralisti
56 viðurkend listafólk, ástøðingar, politikarar og grasrótarfólk úr øllum heiminum eru við í verkætlanini, sum varir frá 24. mars  25. novembur 2006.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
M. Jacqui Alexander (arbeiðir í Kanada), Pia Arke (Grønland/Danmark), Nadiah Bamadhaj (Malaysia/Indonesia), Bolette Benedictsen Blaagaard (Danmark/Háland), Stephanie Black (USA), Randi Broberg í samstarvi við Tine Bryld (Grønland/Danmark & Danmark), Center for Land Use Interpretation (USA), Katrine Dirckinck-Holmfeld (Danmark), Godfried Donkor (Ghana/United Kingdom), Anida Yoeu Esguerra (Kambodia/USA), Paul Gilroy (United Kingdom), Tamar Guimarães (Brasilien/Danmark), Archana Hande (India), Laila Hansen (Grønland), Julie Edel Hardenberg (Grønland), Marja Helander (Sámi, Finnland), Imani Henry (Karibia/USA), Richard William Hill (Kree, Kanada), Geir Tore Holm (Sámi, Noreg), Høgni Hoydal (Føroyar), Inuk Silis Høegh & Asmund Havsteen-Mikkelsen (Grønland/Danmark & Danmark), Maryam Jafri (Pakistan/USA/Danmark), Ívar Jónsson (Ísland), Isaac Julien (United Kingdom), Jane Jin Kaisen & Tobias Hübinette (Suðurkorea/Danmark & Suðurkorea/Svøríki), Rauna Kuokkanen (Sámi, Finnland/Kanada), Moshekwa Langa (Suðurafrika/Háland), Reina Lewis (United Kingdom), Mikela Lundahl (Svøríki), Aviâja Egede Lynge (Grønland), Kobena Mercer (Ghana/United Kingdom), Kent Monkman (Kree, Kanada), Rannvá Holm Mortensen (Føroyar), New Meaning (Noreg), Alanis Obomsawin (Abenaki, Kanada), Steve Ouditt (Trinidad, Vestindia), Pratibha Parmar (Kenya/United Kingdom), Humphrey Polepole (Tanzania), Gillo Pontecorvo (Italia), Kaisa Raitio (Finnland), Henriette Rasmussen (Grønland), Ruangrupa (Indonesia), Vandana Shiva (India), Katarina Pirak Sikku (Sámi, Svøríki), Paul-Anders Simma (Sámi, Noreg/Svøríki/Finnland), SLUT (Svøríki), Makere Stewart-Harawira (Waitaha, New Zealand/Kanada), Fatimah Tuggar (Nigeria/USA), 200 (Tveyhundrað) (Føroyar), Ósk Vilhjálmsdóttir (Ísland), VISION  den om lighed (Danmark), VOIMA (Finnland) & Kara Walker (USA).
 
 
-- -- --
 
MYNDATEKSTUR:
 
Rannvá Mortensen, Høgni Hoydal og Uni Árting og hansara menn úr 200 skulu umboða Føroyar á Rethinking Nordic Colonialism