Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya psykiatrifelag eru farin undir stóra verkætlan. Endamálið við teirr vikulongu verkætlanini er at varpa ljós á heilsurøktaran í Føroyum og knýta samband millum 300 heilsurøktarar og borgaran
- Vit byrja mándagin 25. mai 2009 við at lýsa verkætlanina, millum annað við sjónvarpslýsing. Høvuðsendamálið er at fáa samband við fólk og greiða frá, hvat ein heilsurøktari er, og hvat hann ger, siga Jóhanna Køtlum, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarfelagnum og Kerstin Rasmussen, forkvinna í Føroya Psykiatrifelag.
Verkætlanin endar fríggjadagin 29. mai við umfatandi tiltøkum, sum vera samstundis í SMS í Tórshavn og í miðbýunum á Tvøroyri og í Klaksvík. Har bjóða tey fólki ein svalligan vatnsopa, leskiliga frukt og at máta blóðstrýstið.
Aftan á át og mát verður farið til verka undir heitinum: Hitt ein heilsurøktara! - Vit geva fólki faldarar og geva okkum góðar stundir at práta um okkara yrki, siga tær báðar, sum heilsa, at øll eru hjartaliga vælkomin.