Eirikur Lindenskov
Gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í J. C. Svabosgøtu úti við Landssjúkrahúsið. Tveir bilar vóru á veg móti býnum, tá tann fremri bilurin slakaði ferðina og skuldi steðga. Bilurin aftanfyri varnaðist hetta ikki, og rendi í afturpartin á fremra bilinum.
Stoyturin var kortini so mikið harður, at fremri bilurin rendi inn í grótgarðin við gamla hospitalið, sum eisini brotnaði.
Fólkaskaði var eingin, men nakað av materiellum skaða, verður upplýst av politistøðini.