Varmastevnuhýrurin fór í botn

Suðuroyingar vunnu enn einaferð 2-1 sigur í Fuglafirði. Við trimum nýggjum monnum á liðnum hildu teir fast um leiðsluna, sum teir vunnu sær tíðliga í dystinum

Fótbóltur

Hýrurin á heimaliðnum var einki serligur, tá dysturin í Fuglafirði var blásturin av leygardagin. Gaman í var varmakelda á skránni, men trupult var at síggja nakran veitsluróm kring vøllin.
Eins og teir gjørdu tað fyrr í ár, so hevði ÍF júst tapt heima- og botndyst móti VB/Sumba, og fyribils er avleiðingin, at ÍF er mest sum avbyrgt í botninum ádi stigatalvuni.

Mistak og perla
Nakað soleiðis ljóðaði millumyvirskriftin, tá vit fyrr í ár lýstu teir bæði málini, sum VB/Sumba ta ferðina skoraði í Fuglafirði, og sama yvirskrift tolir væl eina endurtøku hesaferð.
Fuglfirðingar vóru annars teir, sum byrjaðu dystin betur. Fyrsta góða korterið var talan um nógv trýst, og møguleikar fingu teir eisini. Nærri enn einum skoti á stólpan og eini røð av hornaspørkum komu teir tó ikki, og brádliga hevði VB/Sumba tvær ferðir revsað teir.
Fyrra málið hjá gestunum var úrslit av alt annað enn sannførandi verjuspælið frá vertunum. Verjan fekk als ikki beint bóltin burtur, og so var púra blanki Birgir Jørgensen skjótur at taka av.
Stutt seinni økti VB/Sumba til 2-0, og tá var talan um eina perlu. Uppspælið gekk skjótt upp í síðuni, og tá bólturin varð sendir innfyri, kundi Evrard Ble sera vakurt kundi stýra í málhornið við høvdinum.

Trýst uttan úrslit
Leiðslan gav gestunum møguleikan at spæla júst tað spælið, sum teir høvdu í kvittanunum. Teir løgdu seg djúpt á vøllinum, og dúvaðu upp á kontra, meðan tað so var til fuglfirðingar at skapa sær neyðuga trýstið.
Fyri ein part kom hetta eisini, men tað var tó sjáldan, at tað gjørdist heilt vandamikið. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk seinni málskjúttin hjá VB/Sumba sítt næsta gula kort í dystinum, og so máttu gestirnir spæla við tíggju monnum, tað sum eftir var av dystinum.
Fuglfirðingarnir kundu nú trýsta enn meira, men tað var ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, at munurin minkaði. Bartal Eliasen varð trýstur í ryggin í brotsteiginum, og so var brotsspark. Tað setti Bartal sjálvur trygt í kassan, men bólturin var ikki meira enn givin upp, tá dómarin blásti seinasta bríkslið í dystinum, og so var einsamalli botnsessurin kaldur veruleiki í Fuglafirði.

Framgongdin steðgaði
Á sín hátt tóktist hetta eisini markera ein enda á framgongdini, sum ÍF hevur havt seinnu umførini. Liðið hevur annars savnað sær nógv stig hesar seinastu dystirnar og tóktist vera ávegis úr botninum. Greiða tapið fyri B36 seinast var kanska ein ímynd av, at framgongdin nú var steðga, og við tapinum sunnudagin tykist aftur standa púrasta fast.
Skulu fuglfirðingar reisa seg, so er eisini alneyðugt, at hetta verður gjørt sum skjótast. Longu komandi sunnudag stendur nýggj botnuppgerð á skránni, tá vitjað verður á Toftum, og kravið til ta uppgerðina er so púrasta greitt.
VB/Sumba hevur tá heimadyst móti HB, sum uttan iva hevur ætlanir um at reisa seg eftir dygga ósigurin í grannauppgerðini. Lítið er tó at ivast í, at vónrinar í Suðuroynni ikki eru heilt ongar til dystin. Tríggir nýggir mans vóru á liðnum leygardagin, og sum skilst, so stóðu hesir seg sera væl. Ikki minst nýggi verjuspælarin og Tummas Pauli Olsen, sum er komin úr B71.