Tey, ið hava áhuga at njóta ein góðan drekkamunn afturvið tónleiki og upplestri av yrkingum, verða ikki við sviðusoð um vikuskiftið. Cafe?in í Mentanarhúsinum verður nevniliga karmur um eina sera fjølbroytta skrá, har byrjað varð longu í gjárkvøldið. Tá fóru Pól Esbern Hanusarson og Búgvi Hanusarson at framføra, og seinni var dansur.
Í dag verður aftur ein fjølbroytt skrá. Byrjað verður kl. 17 og hildið verður á til langt út á kvøldið.
Tá hava fólk møguleika at hoyra so ymisk fólk sum Búa Dam, Elly Johannesen og Rakul Petersen, Øssur Johannesen og Hjalta Joensen, Carl Jóhan Jensen, Hans Jákup Kollslíð og Oddfríður Marna Rasmussen.