Fuglfirðingar noyðast nú ikki av bygdini longur, um teir ætla sær at keypa okkurt at fríðka urtagarðin við.
- Eg havi selt munandi meiri enn eg hevði væntað, sigur urtagarðskvinnan Rita Larsen, sum leggur seg eftir at geva kundunum góð ráð.
Í plantusøluni finst eitt ótal av blómum, og tað koma allatíðina nýggjar og frískar plantur í uttandura sølubúðina.
Her finnast bæði trø, runnar, stavdir, mold, gødningur og sjálvandi summarblómur av alskyns slagi. Nú Varmakelda stendur fyri framman er lítil ivi um, at nógv fólk fara at støkka inn í urtagarðin hjá Ritu.
Hon hevur sjálv ikki lýst nakað serligt við hesum, men líkt er til, at hon hevur funnið eina vøru sum nógvum dáma og sum tørvur hevur verið á.
Sum støðan er í dag eru ongar slíkar plantusølur í Klaksvík ella í Eysturoynni, og tí mugu fólk í Fuglafirði heilt til Havnar ella vestur í Vágar um tey ætla at keypa plantur frá eini plantusølu.
- Jú, tað er tørvur á eini slíkari í Fuglafirði eisini. Tað síggi eg bara á teimum mongu, sum longu hava verið og keypt frá mær.
- Eg havi selt nógv meiri enn eg hevði væntað frammanundan, sigur Rita við einum brosi.