Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk við ovurviðkvæmi ímóti tveimum vørum, sum eru seld í føroyskum handlum.
Talan er í fyrra lagi um "Chicky world" stoktir hotwings, frystir. Talan er um posar við einum kilo?frá Lantmannen Danpo A/S
Talan er um allar pakkar ið halda sær til og við januar 2014.?
Orsøkin til ávaringina er, at selleri er í vøruni, hóast tað ikki stendur á pakkanum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur at fólk, sum ikki tola selleri, kunnu fáa eitt herðindi av at eta hetta slagi av hotwings.
Í øðrum lagi verður ávarað um Beauvais Spaghetti Napoli. Talan er um blikk við eini nettovekt á 560 gramm og sum heldur sær til oktober 2015, november 2015 og januar 2016 og sum er framleitt 1. november 2012, 29. november 2012, 6. desember 2012, 4. januar 2013 og 7. januar 2013.?
Talan er um lot nummar 5 og øll blikk við framleiðslunummarinum. 7100.
Orsøk til afturkallingina er, at tað er mysupulvur vallepulver- í ?pylsunum, ið eru í blikkunum.
Mysupulvur er úr mjólk og fólk, sum ikki tola mjólk og mjólkaúrdráttir, kunnu fáa herðindi.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir í hesum sambandi á fólk um at burturbeina vørurnar, ella at lata tær inn aftur í handilin.