Ávaring ímóti týskum grønmeti tikin aftur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú avblást ávaringina ímóti týskum grønmeti.

Tað hendir í kjalarvørrinum á, at týskir myddugleikar hava staðfest, at vandamikla E-Coli bakterian ikki stavar frá týskum augurkum, tomatum og blaðsalati.

Hinvegin er illgruni nú um, at tað eru spírar frá einum norðurtýskum spíragarði, sum eru upprunin til álvarsamu tilburðirnar.

Hesir spírar eru ikki seldir í Føroyum og tískil verður ávaringin ímóti týskum grønmeti afturtikin.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fylgir tó neyvt við gongdini.

Men samstundis sum hendan ávaringin er avblást, verður eitt ávíst slag av pinjukjarnum nú afturkallað.

Talan er um ”Änglamark Pinjekerner, 70 g”, framleiddar av Trope A/S for COOP Trading A/S. EANkota: 7340011321859

Vøran er seld í føroyskum handlum, men verður nú afturkallað, tí pinjukjarnir av slagnum, Pinus armandii, eru í teimum.

Pinus armandii verður ikki mett at vera heilsuskaðiligt, men verður kortini ikki mett at vera mannaføði, tí at hetta slagið av pinjukjarnum kann hava við sær stuttvarandi miss ella broytingar í smakksansinum í 1-2 vikur aftaná, at fólk hava etið pinjukjarnirnar. Tí verður mælt til, at tær verða tveittar burtur, ella lætnar handlinum aftur.