Flestu partrolarapør eru eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er framvegis smáligur.
Um stutta tíð fara nøkur pør at fiska gulllaks, og tað er vanligt, at fyrstu gulllaksalastirnar verða landaðar í apríl.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku, og tveir eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu.
- Vit vænta, at trolbátarnir koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, sigur marknaðurin.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip kemur at landa svartkalva í morgin, og fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur.










