Várharra hevur annað at hugsa um enn atgongumerki

Lat okkum ikki tvætla um, at tað skal ókeypis at ganga í kirkju ella á møti, sigur væl kendur prestur

 


- At taka atgongugjald fyri eina kirkjukonsert, ið annars er sømulig, er ongin forðing fyri guðsdýrkanini hjá vannliga kirkjufólkinum í dag.

Tað sigur Bergur Jacobsen, føroyskur prestur í Keypmannahavn.

Hann sipar til, at eitt ávíst kjak hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á tiltakinum í kirkjuni á Eiði herfyri, at tey fólk noyddust at keypa atgongumerki fyri at sleppa inn.

- Kann tað vera ókeypis at fara í kirkju ella á møti, spyr prestur.

Og hann svarar sjálvur: Nei, tað kann tað ikki.

 

Hann sigur, at tað er eingin forðing fyri guðsdýrkanini hjá vanliga kirkjufólkinum í dag, at atgongumerki verða seld fyri eina kirkjukonsert, ið annars er sømulig. - Aftaná langa fríggjadag er  offrið miklað farið fram, einaferð með alla.

-  Vit hava ikki longur brúk fyri at veksla pening til at keypa lýtaleys offurdjór – hitt gamla er farið, alt er vorðið nýtt, sigur Bergur Jacobsen.

 

Hann heldur, at vil eitt stýrið fyri eitt misiónshús, ella eina samkomu stuðla einum hóskandi og virðiligum tónleikatiltaki við at taka atgongugjald, er tað ikki ein guðfrøðiligur spurningur, tí tað kann aldrin verða skeivt ella synd at stuðla góðum tiltøkum.

- Og spurningurin er í heilatykið bíbliunni óviðkomandi, sigur føroyski presturin í Keypmannahavn.

 

Hann leggur afturat, at tað kann bara vera samtíðin, sum kann meta um, hvat er eitt hóskandi ella virðilg tónleikatiltak . 

Hann ivast ikki í, at nógv av tí tónleiki, ið er sjálvsagdur í samkomunum í dag, hevði verið roknaður fyri tann reini „djevulskapur“  fyri hálvari øld síðani!

 

Bergur Jacobsen sigur, at tað kann ikki vera ókeypis at ganga í kirkju ella á møti, í hvussu so er ikki hjá teimum, ið ganga regluliga í kirkju ella á møti!

- Limir í fólkakirkjuni gjalda kirkjuskatt, og tey sum ganga á møti, gjalda sjálvboðin stórar upphæddir, tí tað kostar at hava og reka bygningar. 

 

- Snúltarnir hava óivað somu atgongd til ríki Guðs, sum øll onnur. Men tey truføstu í fólkakirkjuni,  í vekingarrørðslunum og í frælsu samkomunum, gjalda sanniliga fyri sínar guðstænastur og síni møti, tí uttan gjald til bygningar rakstur og lønir, bar samkomulívið, sum vit kenna tað í dag, ikki til!!

 

- Víst gjalda vit ikki við dyrnar og ongin verður sendur útaftur um viðkomandi ikki hevur pening til eitt atgongumerki.

- Men, antin vit hava goldið frammanundan við kirkjuskatti, ella við sjálvbodnum gávum undir møtunum, kostar tað at ganga í kirkju ella á møti, eisini í reiðum peningi!

 

- So latum okkum ikki tvætla um, at tað skal vera ókeypis at ganga i kirkju ella á møti!  Jú tað er gratis hjá snúltarunum, um tað slagið nú finst í Guðsríkinum, meðan tey trúføstu noyðast at gjalda!

 

Og annars heldur Bergur Jacobsen, at Váharra hevur annað at hugsa um, enn um atgongumerki verða seld til kirkjukonsertir.

 

Les meiri um, hvat Bergur Jacobsen heldur um hendan spurning við at trýsta HER