Vargarnir

Hóast tingmannatalið var tað sama áðrenn, so gjørdi samansetingin av tingbólkinum eftir løgtingsvalið Javnaðarflokkin veikari, ásannar Aksel V. Johannesen, sum nú tekur avleiðingarnar.

Tað var skjótt eftir løgtingsvalið 29. oktober 2011, at eygleiðarar fóru at ivast í møguleikunum hjá Javnaðarflokkinum at halda fram í nøkrum samgongusamstarvi. Tosað bleiv um teir tríggjar ”vargarnar” hjá Akseli, og tað við greiðari adressu til Kristin Michelsen, Hendrik Old og Gerhard Lognberg. Tríggir tinglimir, ið nýggi floksformaðurin fór at hava trupult við at stýra.
Tað bleiv tá avtornaði eisini partur av grundgevingini hjá Kaj Leo Holm Johannesen fyri at snara til høgru, vraka Javnaðarflokkin og í staðin gera samgongu við Fólkaflokkin og Miðflokkin.
- Jú, tað er rætt. Tað var tað, ið eg fekk at vita frá løgmanni, tá hann eftir løgtingsvalið valdi okkara flokk frá, sigur Aksel V. Johannesen og leggur afturat:
- Og tú kanst so siga, at hann fekk rætt. Javnaðarflokkurin hevur ikki megnað at staðið saman um avgerðirnar. Og megnar ein flokkur ikki tað, so er lætt at seta spurnartekin við, um flokkurin er stjórnarberandi.
Aksel V. Johannesen váttar myndina av einum viknaðum Javnaðarflokki eftir seinasta løgtingsval, hóast tingmannatalið var tað sama.
- Ja, tað hevði helst verið truplari hjá Kaj Leo Holm Johannesen at valt Javnaðarflokkin frá í einum samgongusamstarvi, um eg hevði ein sterkari tingbólk, váttar Aksel V. Johannesen.
Júst tvey ár eftir løgtingsvalið er lagnuløtan komin fyri Gerhard Lognberg.
- Síðani valið hevur Kaj Leo Holm Johannesen staðið á odda fyri tí mest høgravendu samgongu í nýggjari tíð. Og tá kann eg sum floksformaður ikki liva við, at Gerhard Lognberg hevur stuðlað løgmanni í málum, har Javnaðarflokkurin annars hevur tikið greiða frástøðu frá politikkinum hjá samgonguni, sigur Aksel V. Johannesen.
Hóast vargarnir í tingbólkinum vóru sagdir at vera tríggir í tali, so kemur ikki upp á tal at koyra hvørki Hendrik Old ella Kristin Michelsen úr flokkinum.
- Tað skal vera vítt til veggja og høgt til loftið í Javnaðarflokkinum. Pláss skal vera fyri ymsum meiningum, eisini í almenna rúminum. Og tað skal vera loyvt at vera ósamdur. Men tá ein niðurstøða er gjørd, og meirilutin hevur tikið eina avgerð, so má og skal tingbólkurin fylgja hesi niðurstøðu, argumenterar Aksel V. Johannesen og vísir á innanhýsis leiðreglur um júst tað sama.
Kanst tú veita vissu fyri, at Javnaðarflokkurin tosar við einari rødd, bara tí at Gerhard Lognberg verður koyrdur úr flokkinum?
- Tað kann eg sjálvandi ikki garantera í allar ævir. Men tað er púra greitt, at flokkurin skal virða avgerðirnar hjá meirilutanum. Stór mál verða viðgjørd í floksleiðsluni. Og tá ein niðurstøða er gjørd, so skal tingbólkurin fylgja henni, endurtekur Aksel V. Johannesen.
Tað er sjónligt, at vingluta myndin av Javnaðarflokkinum irriterar floksformannin. Trilvandi politikkurin, har flokkurin ferð eftir ferð tosar við tveimum tungum í prinsipiellum málum, skal halda uppat.

Arvurin
Løgtingsmaðurin úr Skopun, ið fyllir 63 ár Allahalgannadag, varð fyrstu ferð valdur á løgting í 2002. Hann er ein royndur politikari, eyðkendur fyri at vera treiskur og standa við sítt. Aksel V. Johannsen ásannar eisini, at hann frá fyrsta degi sum floksformaður átti at kent politikaran Gerhard Lognberg og tað, ið hann stendur fyri.
- Eg havi roynt at tosa við Gerhard. Men tað hevur verið sera trupult, tá flokkurin hevur gjørt niðurstøður, og Gerhard ikki hevur hildið tær. Í somáta hevur flokkurin og harvið eg sjálvur helst sæð millum fingrarnar ov leingi, ásannar Aksel. V. Johannesen og heldur fram:
- Møguliga hevur man ikki torað at tikið fatur í trupulleikan, men helst hevur man vónað at støðan fór at batna.
Er tað ikki tekin um ein veikan formann?
- Tað er møguligt. Tað mugu onnur meta um. Men nú er tíðin komin til at vit skulu virka sum ein flokkur.
Hevur tú gjørt nóg mikið fyri sleppa undan tí støðu at koyra ein løgtingslim úr flokkinum?
- Jú, eg havi roynt. Eg havi enntá givið honum ráð um sjálvur at fara úr flokkinum. Eftir mínum tykki hevði tað verið mest virðiligt. Men tað vildi hann ikki.
Sambært Akseli V. Johannesen er Gerhard Lognberg blivin ein vaksandi trupulleiki fyri Javnaðarflokkin, serliga síðsta árið.
- Men samstundis er tað eingin loyna, at hetta er ein gamal trupulleiki inni í Javnaðarflokkinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Sigur tú at tú hevur arvað ein trupulleika frá fyrrverandi formanninum, Jóannes Eidesgaard, sum einki gjørdi við Gerhard Lognberg?
- Eg kann bara staðfesta, at Gerhard Lognberg tók seg burtur úr CHE-samgonguni í 2008, og í tí sambandi kallaði hann sín floksformann og løgmann fyri bæði eitt og annað av tingsins røðarapalli, sigur Aksel V. Johannesen og heldur fram:
- So ja, sæð í bakspeglið átti hetta stigið væl at verið tikið fyri fleiri árum síðani.