Várfólk og veitsla í Syðrugøtu

Tiltakið Várfólk verður í Syðrugøtu 8. mars við Spælimonnunum, Kvonn og Nólsoyar Spælimonnum.

Í samband við, at Spælimenninir í Hoydølum hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðan, at bólkurin varð stovnaður, skipar tónleikasamtakið Grót fyri einum heiðrandi tiltaki í Tøting.

 

Tiltakið, sum hevur fingið heitið Várfólk, verður leygarkvøldið 8. mars klokkan 20.

Luttakandi bólkarnir á Várfólk verða Spælimenninir í Hoydølum (1974-1978), Spælimenninir í Hoydølum (1978-2014), Kvonn og Nólsoyar Spælimenn.

Spælimansbólkarnir fara at spæla nakrar privat-konsertir í nøkrum heimum í Syðrugøtu frá klokkan 20 til 22.30, og frá klokkan 23 verða konsertir og dansur við somu bólkum í Tøting.

- Lagt er upp til eitt stuttligt kvøld, har dugnaligir spælimanstónleikarar úr mongum ymiskum londum við alkyns ljóðførum fara at kynda upp undir eina glaða fólkaveitslu.

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt, at kafé'in í Tøting letur upp klokkan 20 hetta kvøldið, og her kunnu fólk keypa sær okkurt til matna og annars práta og hugna sær saman.